Nevndarlimir fáa 1,1 millión í samsýningum

Nevndarlimir fáa 1,1 millión í samsýningum
SEV almannakunngjørdi fríggjadagin samsýningarnar, sum nevndarlimirnir fáa, og tær fløva rættiliga væl á botnlinjuni. Formaðurin fær 151.200 um árið
Tað loysir seg at sita í nevndini hjá SEV. Teir sjey nevndarlimirnir fáa tilsamans útgoldið 1,1 millión krónur í samsýningum í ár
 
30.11.2015 - 12:23

Formaðurin fær 12.600 krónur fast hvønn mánaðin, næstformaðurin 9.450 krónur og vanligu nevndarlimirnir 6.300 krónur um mánaðin.

Harafturat fáa nevndarlimirnir fundarpening - millum 540 og 1620 krónur fyri hvønn fund, alt eftir longdini á fundinum.

Gjalda 1,2 mió. í samsýningum í 2016

Nevndarlimirnir fáa eisini endurgjald fyri ferðing. Um so er, at nevndarlimur eisini er limur í øðrum nevndum, sum eru dóttirfeløg hjá SEV og bygginevndum, so fær viðkomandi eisini eyka samsýning fyri hetta arbeiðið, alt eftir hvussu umfatandi arbeiðið er.

Samlaða samsýningin til nevndina í SEV verður í ár væntandi 1,1 millión krónur. Vanliga hevur SEV fastan nevndarfund eina ferð um mánaðin, umframt at SEV eisini hevur eykanevndarfundir, fundir við kommunur, aðalfundir og aðrar fundir við myndugleikarnar.

Fyri 2016 verður samsýningin til nevndina væntandi 100.000 krónur afturat, so samlaða útreiðslan verður 1,2 millión krónur. SEV leggur í løtuni seinastu hond á tvey nýggj almenn partafeløg - dóttirfeløg -, sum eisini skulu hava nevndir.

Sjey limir fáa samsýningar

Annað felagið skal taka sær av teimum fimm vindmyllunum í Neshaga, hitt skal taka sær av virkseminum við teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga.

Ætlanin er, at hesi bæði almennu partafeløgini hjá SEV skulu fara til verka 1. januar, og í løtuni verður bíðað eftir, at landsstýrið skal góðkenna stovningarsamtyktir og viðtøkur.

Í nevndini í SEV sita sjey limir. Sýslurnar í Vágum, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum og Sandoy eiga hvør sín lim, og Suðuroy og Tórshavnar kommuna eiga eisini hvør sín nevndarlim. Formaður í nevndini er Jákup Suni Lauritsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491