Listafólkið: Sára Maria Dalsgarð

Egin mynd
Listafólkið: Sára Maria Dalsgarð
- At mála er leysgevandi og gevur mær íblástur og hug til at halda áfram at royna nýggj ting, sigur 15 ára gamla Sára Maria Dalsgarð, ið er listafólkið á Röddini hesa ferð
30.11.2015 - 16:15

Børn flest mála og tekna, men nógv halda uppat, eldri tey gerast. Men Sára Maria er ikki hildin uppat. Áhugin fyri at tekna og mála var ikki tilvildarligur, av tí at familja hennara hevur gjørt nógv kreativt. 

 

- Eg haldi, eg havi fingið íblástur frá familju míni, ið altíð hevur fingist við eitt og hvørt kreativt. Tað besta er, at eg altíð eri sloppin at mála, hóast tað kanska hevur svansað illa tá. Eg havi málað nógv hjá ommu míni, sum eisini sjálv dámar at mála.

 

 

Umráðandi at tey nærmastu vísa áhuga

Sára Maria heldur, at tað er ein fyrimunur, at tey nærmastu hava áhuga fyri tíni list. Har hevur pápi hennara víst serligan áhuga. 

 

- Tað er eitt slag av einum frítíðarítrívi hjá mær (enn). Eg máli fyri at koma burtur úr tí strævna gerandisdegnum. Í listini fái eg savnað tankarnar og bert miðsavnað meg um kreativitetin. 

 

Unga listakvinnan lýsir stílin hjá sær sum romantiskan og idylliskan, men eisini onkursvegna gátuføran. 

 

 

Sí nøkur av listaverkunum hjá Sáru Mariu niðanfyri

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.