Meir tosk í Eysturgrønlandi

Meir tosk í Eysturgrønlandi
Sløk 500 tons av toski aftrat í Eysturgrønlandi umframt brosmukvotu. Fiskirættindaavtala gjørd við Grønland.
 
05.12.2015 - 11:42

Føroysk skip fáa loyvi at fiska næstan 500 tons av toski aftrat í Eysturgrønlandi, og næsta ár hava tey eisini eina kvotu av brosmu sum er 475 tons.

Tað var úrslitið av sínámillum samráðingunum um fiskirættindi ímillum Føroyar og Grønland, sum vóru í Keypmannahavn í gjár.

Broytingarnar í 2016 í mun til 2015 eru, at føroysk skip fáa størri kvotur av botnfiski í grønlendskum sjógvi, ímeðan grønlendsk skip fáa størri møguleika at veiða norðhavssild í føroyskum sjógvi, umframt at Grønland fær kvotu av svartkjafti frá Føroyum.


Føroyskum skipum verður loyvt at fiska 825 tons av toski við Eysturgrønland og 475 tons av brosmu. Talan er um eina øking á 470 tons av toski og 475 tons av brosmu.


Harumframt fáa Føroyar eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland uppá 500 tons.


Føroysku svartkalvakvoturnar við Eystur- og Vesturgrønland verða ávikavist 275 og 100 tons. Hetta eru somu kvotur sum í 2015.


Grønlendskum skipum verður loyvt at fiska 2.500 tons av sild, sum er ein øking á 400 tons, og 8.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Grønland fær harumframt atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.


Føroyar og Grønland samstarva um limaskapin, sum londini hava í altjóða fiskiveiðifelagsskapum, men londini eru samd um, at arbeitt eigur at verða fyri, at londini í framtíðini kunnu luttaka sum tveir sjálvstøðugir partar.


Í 2015 hevur nógv samstarv verið millum føroysk og grønlendsk útgerðarfeløg, og londini eru samd um áhaldandi at fremja slíkt samstarv.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísir á, at við hesi avtaluni við Grønland verða møguleikarnir hjá serliga línuflotanum betraðir munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329