Kunna teg um starvsmøguleikar

Kunna teg um starvsmøguleikar
Er tín tíð sum lesandi skjótt liðug? 29. november verður Jobmatch í Norðurlandahúsinum, har tú kanst kunna teg um starvsmøguleikar. Les meira um tiltakið her
07.12.2015 - 23:45

Aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um árligu starvsstevnuna, Jobmatch, har lesandi í Føroyum og uttanlands kunnu kunna seg um síni uppgávuevni og um teir starvsmøguleikar, sum eru í Føroyum.

 

Metstórur áhugi

Í ár hevur áhugin fyri Jobmatch verið metstórur, og stevnan er tí fullteknað við 40 fyritøkum og stovnum, sum hava hug at koma á tal við føroyingar, - bæði herbúgvandi og útisetar- sum sóknast eftir nýggjum avbjóðingum.

 

Les eisini:  Jobmatch - "Ung eru bestu íverksetarar"

 

Stóri áhugin kemur allarhelst av, at arbeiðisloysið í Føroyum er sera lágt. Royndir uttanlands vísa nevniliga, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. 

 

Les eisini: "Jamen so flyta vit bara av landinum"

 

Starvsstevnan verður týsdagin 29. desember frá kl. 13.00-19.00 í Norðurlandahúsinum. Tað er ókeypis at luttaka – og á heimasíðuni jobmatch.fo ber til at kunna seg um fyritøkur og stovnar. Somuleiðis ber til at bíleggja sær eitt JobPrát á heimasíðuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.