Royna nýggja ljósskipan í tunlinum

Royna nýggja ljósskipan í tunlinum
Ljós kemur nú loksins í Kunoyartunnilin. Ein nýggj ljósskipan skal fyribils roynast í tunlinum í ein góðan mánað
Sum eina royndarverkætlan eru samanhangandi dioduljós sett upp á stuttum teini í aðrari síðuni í Kunoyartunlinum
Mynd: landsverk.fo  
 
10.12.2015 - 06:50

Nú kunnu fólk í Kunoy gleðast - Kunoyartunnilin hevur loksins fingið ljós. Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð.

Sum liður í hesum arbeiði hava fólk frá Landsverki sett upp ljós í parti av Kunoyartunlinum. Talan er um royndarverkætlan fyri at kanna eftir, hvussu hetta slagið av ljósum roynist í tunlinum, skrivar Landsverk.

Royna nýggja ljósskipan

Eftir at hava tryggjað bæði veggir og loft í Kunoyartunlinum, er nú klárt at seta inn trygdarútgerð í tunnilin eins og gjørt er í øllum øðrum lágferðslutunlum í landinum.

Samanhangandi dioduljós eru sett upp á stuttum teini í aðrari síðuni í tunlinum sum eina royndarskipan. Roynt verður at finna trygdarstandard fyri, hvør útgerð skal vera í smærru tunlunum.

Tí verður nýggja ljósskipanin nú royndarkoyrd í Kunoyartunlinum fram til fyrst í januar 2016. Tá verða ljósini flutt upp undir loftið í tunlinum fyri at vita, hvør av hesum staðsetingum roynist betri, skrivar Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107