Landbúnaðarpolitikkur á dagsskrá

Landbúnaðarpolitikkur á dagsskrá
Samgongan ætlan, at nú skal ein nýggjur landbúnaðarpolitikkur orðast. 430.000 krónur verða settar av til endamálið næsta ár.
Millum annað verður ein lendisætlan partur av nýggja landbúnaðarpolitikkinum
 
27.12.2015 - 10:04

Nú skulu pengar brúkast til at orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum - tað eru umboðini hjá samgonguni - mæla tinginum til at seta 430.000 krónur av til økið "Almennar royndir og ráðgeving".

Pengarnir skulu brúkast til at seta gongd á at orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk og at fyrireika ymiskar royndir.

Lendisætlan

Landbúnaðarpolitikkurin skal millum annað fevna um at gera eina lendisætlan og at leggja eina ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu gerast meira sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum, til dømis grønmeti, seyðakjøti og neytakjøti.

Eisini skal ein ætlan gerast fyri, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr tí tilfeingi, sum í dag fer burtur, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454