Vil hava betri kjaksið á Facebook

Vil hava betri kjaksið á Facebook
Lars Løkke Rasmussen hevur lagt eina serliga heilsan á Facebook, har hann heitir á danir um at vísa betri kjaksið á sosialu miðlunum
 
02.01.2016 - 14:22

"Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað, har ein má tola nógv". 

 

Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook-vanga.  

 

Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum, sum onnur hava skrivað um hann í 2015: 

 

"Halt kjaft, sum tú ert ljótur, Lars". 

"Tú hevur sagt nokk av lorti". 

"Ófatiligt, at nakar velur teg, lygnari". 

"Týskarasvín".  

 

Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar høvdu ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika áttu politikarar ein part av ábyrgdini av, tí tað vóru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og ov einfalt samskifti millum politikarar. 

 

Men veljararnir hava eisini ábyrgd, vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu: 

 

-"Eg gleði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí um vit missa evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera danskt. Um eg skal vera hátíðarligur, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda", sigur Lars Løkke Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672