Lítil vøkstur í ferðsluni

Lítil vøkstur í ferðsluni
Ferðslan í undirsjóvartunlunum báðum var størri í fjør enn í 2014, men munurin er ikki tann stóri
Ferðslan í teimum báðum undirsjóvartunlunum var størri í 2015 enn 2014. Munurin var kortini ikki stórur
 
05.01.2016 - 11:43

Í miðal koyrdu 2.463 bilar um samdøgrið í Norðoyatunlinum í fjør, 153 fleiri enn í 2014. Í Vágatunlinum vóru í miðal 1.865 bilar um samdøgrið, 41 fleiri enn í 2014.

Ferðslan í Norðoyatunlinum í fjør var 6,7 prosent størri enn árið fyri. Í Vágatunlinum var ferðslan 2,3 prosent størri.

Nú hava yvir 14,4 milliónir bilar koyrt undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði, síðani tunlarnir vóru lidnir ávikavist 10. desember í 2002 og 29. apríl 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804