- Tíðindi, mentan og ítróttur
Disney gjørdi film um menstruatión í '46
Disney gjørdi film um menstruatión í '46
Walt Disney Production framleiddi ein stuttfilm fyri at kunna ungar gentur um menstruatión. Síggj avoldaða teknifilmin her
11.01.2016 - 14:00
Filmurin, ið vardi í tíggju minuttir, varð nýttur til undirvísingartilfar frá hann kom út í 1946 heilt upp til 60'ini.
Tampong fyritøkan Kotex, ið tá kallaðist Cello-Cotton Company, stóð fíggjarliga aftan fyri filmin. Kotex vilja vera við, at filmurin lærdi 105 milliónir ungar kvinnur í USA um kynsbúning og menstruatión.
M.a. nevnir frásøgufólkið, at tað er týdningarmikið at fara í brús, meðan ein hevur menstruatión, tí tá arbeiða sveittkertlarnir yvir.
Sí filmin niðanfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |