Dráttur beina kós móti FM-finaluni

Dráttur beina kós móti FM-finaluni
Dráttur vann í kvøld sannførandi á KÍF, og styrkti um oddastøðuna
Mynd: jn.fo  
 
14.01.2016 - 22:59

Alt bendir á, at Dráttur verður annað FM-finaluliðið í flogbóltskappingini hjá kvinnum.

Í kvøld tóku tær ímóti KÍF á Giljanesi. Undan dystinum var greitt, at KÍF mátti helst vinna, um tær framvegis skuldu hava møguleika at koma í finaluna.

Men tað bleiv Dráttur, ið vann sannførandi 3-0 sigur við settúrslitunum 25-19, 25-23 og 25-14.

Úrslitið kundi møguliga blivi eitt annað, tí eitt skifti í øðrum setti var KÍF á odda 23-19, men eisini tá vóru tær í Drátti sterkari.

Við sigrinum styrkti Dráttum um sína oddastøðu, og longu nú kann sigast, at tær verða helst annað finaluliðið. Higartil hava tær vunnið níggju dystir og bara tapt ein.

Dráttur hevur tvær ferðir vunnið FM í kvinnukappingini. Tað var í 2001 og í 2006.

myndina eigur jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096