Fekk størri leiklut í "Forbrydelsen III" enn ætlað

09.04.2013 - 18:25
ListLeiklist
Fekk størri leiklut í "Forbrydelsen III" enn ætlað
Vangamynd av føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen, ið varð Robert virðisløntur fyri sítt avrik í donsku sjónvarpssendirøðini Forbrydelsen III

Vit tekna eina vangamynd av føroyska sjónleikaranum Olaf Johannesen, og í hesum fyrra parti sigur Olaf okkum eitt nú um uppvøksturin í einari sjónleikarafamilju og um tíðina sum tónleikari í rockbólkinum Kaktus.

Olaf Johannessen greiðir eisini frá, hvussu tað var at vera við í donsku sjónvarpssendirøðini "Forbrydelsen III" og hvønn týdning ein tílík sendirøð hevur fyri Danmark, eins og í hvønn mun Føroyar kunnu gera seg galdandi á tílíkum pallum.

Í mentanarálmanakkanum hesa vikuna frætta vit um nýskrivaðan føroyskan sjónleik, ið verður frumframførdur á Tjóðpalli Føroya leygarkvøldið, og er skrivaður av Súsonnu Tórgarð.

Vit eru á fernisering hjá Torbirni Olsen í Gallarí Stephanssons húsi, har vit hitta listarmannin eins og Hanus G. Johansen, ið framførdi; eisini eru vit á fernisering hjá listarkvinnunum Guðrið Poulsen og Jónu Rasmussen í Gallarí Focus.

vit hava eisini frásøgn úr Miðlahúsinum, har vinnarin av nýggju brúðarvísuni varð avdúkaður. Eisini fregnast vit í Norðurlandahúsinum, nú húsið 8. mai rundar 30 ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815