Yrkisleiklistin fær minni - kortini verður meira til leiklist

Yrkisleiklistin fær minni - kortini verður meira til leiklist
Játtanin til yrkisleiklist verður skerd 800.000 kr., men av tí fríyrkisleikhús fáa 1,5 milliónir vera tilsamans 700.000 kr. fleiri til leiklistina
Hóast játtanin til yrkisleiklist verður skerd, fær leiklistin meira, tí trý fríyrkisleikhús fáa eisini játtan á fíggjarlógini. (Savnsmynd)
 
17.12.2025 - 16:15

Armslongd er góð fyri leiklistina, men tað er eisini gott fyri leiklistina, at fleiri pengar verða játtaðir.

Tað sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, forkvinna í Mentanargrunni Landsins, nú meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at lækka játtanina til yrkisleiklist, men samstundis vil stuðla trimum navngivnum fríyrkisleikhúsum.

 

Hedvig Westerlund-Kapnas.

 

Meirilutin í fíggjarnevndini skjýtur upp at lækka stuðulin til yrkisleiklist 800.000 krónur. Samstundis verður skotið upp at játta tilsmans 1,5 milliónir til trý fríyrkisleikhúsini Leikhús SKIFT, TVAZZ og Teatur GRUGG.

Tilsamans gevur tað 700.000 krónur fleiri til leiklist.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17122025_Leiklist

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672