Stovnaði The Eagles: Glenn Frey deyður

Stovnaði The Eagles: Glenn Frey deyður
Guitaristurin, Glenn Frey, sum var við at stovna The Eagles, er deyður, 67 ára gamal. Hann skrivaði fleiri sangir hjá bólkinum
Glenn Frey, ið var við til at stovna rokktónleikabólkin The Eagles, doyði í gjár, 67 ára gamal
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
19.01.2016 - 09:10

Glenn Frey, ein av stovnarunum í The Eagles, og eisini ein tann størsti sangskrivarin í 70'unum, er deyður, upplýsti bólkurin á sosialu miðlunum mánakvøldið.

- Orð kunnu hvørki lýsa sorgina, kærleikan ella virðingina fyri alt, hann hevur givið okkum, sigur bólkurin millum annað í almennu fráboðanini.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

It is with the heaviest of hearts that we announce the passing of our comrade, Eagles founder, Glenn Frey, in New York...

Posted by Eagles on 18. Januar 2016

Glenn Frey var ein av upprunalimunum í rokktónleikabólkinum, The Eagles. Hann skrivaði - ella hjálpti til at skriva - fleiri av best umtóktu sangunum hjá amerikanska bólkinum.

Millum annað nakrar av kendastu Eagles-sangunum, »Take It Easy«, »Lyin' Eyes«, »Heartache Tonight«, »Hotel California« og »Desperado«.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tónleikabólkurin er ein av teimum best umtóktu í heiminum nakrantíð. Til samans hevur bólkurin, The Eagles, selt umleið 150 milliónir eintøk av útgávunum.

The Eagles góvust í 1980, men fóru at spæla saman aftur 14 ár seinni. Bólkurin hevur í fleiri umførum verið á konsertferð í Evropa.

 

Takk fyri tónleikin ♫

Posted by Kringvarp Føroya on 19. Januar 2016

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558