Vil hava fríhandilssáttmála góðkendan

Vil hava fríhandilssáttmála góðkendan
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur biðið Løgtingið um at góðkenna fríhandilssáttmálan, ið Føroyar hava gjørt við Turkaland
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vil nú hava Løgtingið at góðkenna fríhandilssáttmálan við Turkaland, ið skrivað varð undir fyri jól í 2014
 
22.01.2016 - 08:43

Skrivað varð undir sáttmálan fyri jól í 2014. Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum.

Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin.

Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, heldur Poul Michelsen.

SÍ EISINI Vinnan fegnast um fríhandilssáttmála við Turkaland

Føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Sambært sáttmálanum skulu turkiskar landbúnaðarvørur, eisini fiskur og fiskavørur, ikki fáa verri sømdir á føroyska marknaðinum, enn tær, sum Føroyar veittu ES 1. januar í 2014.

Føroyskar vørur á turkiska marknaðinum verða tollaðar eins og vørur av íslendskum og norskum uppruna. Tollfrælsi verður at kalla á øllum fiskavørum, sum hava føroyskan uppruna.

Vænta størri útflutning til Turkalands

Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at Føroyar missa triðjalandstoll, ið verður kravdur av vørum, sum verða fluttar inn úr Turkalandi.

Tollurin hevur seinastu árini ligið um tvær milliónir krónur um árið. Men vinnan væntar, at føroyski útflutningurin til Turkalands fer at vaksa munandi, nú hon fær betri marknaðaratgongd.

Óvist er, nær Turkaland fer at góðkenna fríhandilssáttmálan við Føroyar. Undir samráðingunum varð upplýst, at tað er ikki sannlíkt, at sáttmálin verður góðkendur fyrr enn í ár, og at kanska fer at taka longur tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221