10 matvørur, tú ikki skalt koyra í køliskápið

10 matvørur, tú ikki skalt koyra í køliskápið
Ert tú eisini ein av teimum, ið hevur eitt proppað køliskáp? Her er ein listi yvir 10 matvørur, tú ikki eigur at koyra í køliskápið
24.01.2016 - 17:15

Elias Evensson hevur skrivað

 

Nógv hava lyndi til at fylla køliskápið við matvørum, ið ikki neyðturviliga skulu goymast so kalt. Tí er skilabetri at taka tær vørur úr køliskápinum, sum ikki hoyra heima har.

 

Her er ein listi yvir 10 matvørur, sum ikki skulu í køliskápið:

 

1. Eplir. Verða eplir ov køld, verður stívilsið til sukur, og tey fáa ein keðiligan smakk. Koyr tey heldur í ein pappírsposa í eina skuffu ella skáp, har tey ikki fáa ljós.

 

2. Hunangur. Leskiligi massin verður til krystalliserað klistur, um tað verður ov kalt. Hann skal heldur hava stovutemperatur uttan beinleiðis sólarljós.

 

3. Tomatir. Tomatirnar missa smakkin og verða greytarkendar. Lat tær heldur vera á borðinum.

 

4. Súreplir. Eins og tomatir missa súreplini smakk og struktur.

 

5. Leykur. Í køliskápinum verður leykur bleytur og gevur harafturat lukt frá sær til hinar matvørurnar í køliskápinum. Koyr leykin í ein pappírsposa og set hann eitt myrkt stað, eins og við eplunum.

 

6. Ber. Frísk ber hava stutta lívstíð, so tað er bara at koyra í seg fyrstu tveir dagarnar, í staðin fyri at seta tey í køliskápið.

 

7. Ketchup. Hóast tað stendur á ketchup-dunkinum, at tað skal í køliskápið, tá tað er ásett, verður mælt frá hesum. Ketchup inniheldur so mikið av edikki og haldevnum, ið virka konserverandi.

 

8. Piparfrukt og chili. Piparfruktir og chili trívast best í einum pappírsposa í eini skuffu.

 

9. Breyð. Kuldin ger, at breyðið tornar skjótari. Goym tað í einum breyðkassa.

 

10. Melón. Er melónin órørd, skal hon ikki í køliskápið, tí so verður hon mjølvut. Men vilt tú goyma restir av melónini, so kanst tú seta tær í køliskápið.

 

 

Kelda: Daily savings

 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.