Skógfriðingarnevnd takast av

Skógfriðingarnevnd takast av
Skógfriðingarnevndin skal takast av, og heimildirnar hjá nevndini skulu leggjast undir Umhvørvisstovuna
Skógfriðingarnevndin skal takast av, heldur landsstýriskvinnan í innlendismálum. Sparingin verður umleið 100.000 krónur um árið, sambært uppskotinum, ið er sent til hoyringar
 
01.02.2016 - 08:36

Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, sum hevur sent uppskotið til hoyringar.

Sambært lógini um viðarlundir, hevur Skógfriðingarnevndin framvegis evstu ábyrgd av skógfriðaðum lendi, men allar fíggjarligu heimildirnar eru hjá Umhvørvisstovuni.

Sostatt eru materiellu og fíggjarligu heimildirnar á hvør sínum stað, og tað elvir til áhaldandi fyrisitingarligar trupulleikar, sigur Sirið Stenberg.

Spara 100.000 krónur um árið

Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at tíðin er farin frá einari skipan, har slíkar heimildir eru lagdar til nevndir uttan fyri almennu fyrisitingina.

Sambært uppskotinum verða spardar umleið 70.000 krónur um árið við at taka Skógfriðingarnevndina av. 30.000-40.000 krónur verða spardar í effektiviseringum í arbeiðsgongdini á Umhvørvisstovuni.

Eftir uppskotinum skulu avgerðir nú kunnu kærast til kærunevndina í lendismálum, og eisini skal Umhvørvisstovan frammanundan góðkenna øll inntriv í skógfriðað lendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980