Kommunuvallógin kanska broytt áðrenn valið

bannari
Kommunuvallógin kanska broytt áðrenn valið
Kommunuvalið í november verður kanska eftir nýggjari kommunuvallóg. Ein broyting er, at hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar
Innlendismálaráðið hevur almannakunngjørt uppskot um dagførda kommunuvallóg, sum skal koma í staðin fyri lógina frá 1972
 
04.02.2016 - 09:26

Innlendismálaráðið hevur almannakunngjørt uppskot um dagførda kommunuvallóg, sum skal koma í staðin fyri lógina frá 1972.

Ein broyting er, at hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar. Knappliga 30 valstøð hava færri enn 100 veljarar.

Í oyggjum, har sum einki valstað verður, fer at bera til at velja við brævatkvøðu í oynni, eisini sjálvan valdagin.

Uppskotið er sent til hoyringar, og almennur hoyringarfundur verður 17. februar. Hoyringarfreistin er til 4. mars. Lógin skal koma í gildi so skjótt, hon er lýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329