Professari í føroyskum máli

Professari í føroyskum máli
Seinnapartin helt Jógvan í Lon Jacobsen fyrilestur á Føroyamálsdeildini, nú hann er tilnevndur professari í føroyskum máli á Fróðskaparsetrinum
05.02.2016 - 20:00

Í fyrilestrinum greiddi Jógvan í Lon Jacobsen frá kanning um broytingar í bygdarmálum. Kanningin byrjaði í fjør og heldur fram í ár. Annar parturin er at samanbera gamlar og nýggjar upptøkur av bygdarmálum, har tað ber til at staðfesta møguligar broytingar í veruligari tíð. Hin parturin er ein hugburðskanning, sum kann geva ábendingar um orsøkir til málbroytingar.
Umframt at undirvísa og granska hevur Jógvan í Lon Jacobsen verið orðabókaritstjóri og formaður í føroysku málnevndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV