Vinus og Vimús mála vatnlitir og snurra snurritoppar

Vinus og Vimús mála vatnlitir og snurra snurritoppar
Allar bamsurnar halda eisini, at tað er stuttligt at spæla.
Vinus og Vimús snurra snurrur
 
03.05.2024 - 10:30

Vinus og Vimús læra seg umaftur at siga góðan morgun, góðan dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl.
Og so hevur Vinus fingið eitt stórt pappír at mála á. Og vatnlitir og vatn og penslar at mála við.
Tá bókin dettur av hillini, er tað ein góð bók um bamsur, sum sita á eini hill og síggja alt, sum er inni.
Og sangurin, ið Vinus og Vinurin syngja og spæla, er um eina bamsu – eina føðingardagsbamsu. Og so klívur Vinurin út aftur gjøgnum vindeygað við ljóðførinum.
Smáteknifilmarnir eru sjálvsagt eisini at síggja.
Og tá ið Vimús kemur aftur, er brádliga fult av snurrum á borðinum. Vinus dugir sera væl at fáa tær at snurra.
Og so...? ... so hendir nakað!
Hvat var hatta? Vinus og Vimús undrast stórliga.

Og so má heilsanin sigast eina seinastu ferð á hesum sinni:
Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum, á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30 og longu nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Vatnlitir og snurritoppar


* At brúka til snurrispælið: Eina snurru. Ein snurra er góð, men kanska 10 snurrur eru betri? (ella snurritoppar ;o)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285