Smáur svartkjaftur skal verjast

Smáur svartkjaftur skal verjast
Vørn kann seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har ov nógvur ungfiskur er
 
12.02.2016 - 08:13

Ungfiskurin skal nú verjast í svartkjaftafiskiskapinum í føroyskum sjógvi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lýsir reglur, sum skulu forða fyri, at ov nógvur smáur svartkjaftur verður fiskaður.

Nýggju reglurnar áseta hámark fyri ungfiski. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur styttri enn 23 sentimetrar. 

Vørn kann síðani seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har ov nógvur ungfiskur er. 

Reglurnar eru galdandi fyri øll skip, sum fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, eisini tey útlendsku.

Hetta verður gjørt, tí bæði í fjør vár og aftur nú í vetur fáa skipini meira enn vanligt av smáum svartkjafti.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í andsøgn við góða stovnsrøkt at fiska smáan svartkjaft, sum ikki er komin í gýtingaraldur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762