710.000 krónur latast í útoyggjastuðli

710.000 krónur latast í útoyggjastuðli
Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu nú søkja um stuðul til tiltøk, ið eru mennandi fyri útoyggjarnar
Nú ber aftur til at søkja um útoyggjastuðul. Játtanin, sum í 2015 var 770.000 krónur, er í ár 710.000 krónur
 
02.03.2016 - 08:36

Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu fáa stuðul til tiltøk.

Heilsu-og innlendismálaráðið skrivar á heimasíðu síni, at játtanin verður umsitin eftir reglugerðini um stuðul til útoyggjamenning, og játtanin er 710.000 krónur.

Serligt umsóknarblað skal nýtast til umsóknina, og tað fæst á heimasíðuni hjá ráðnum. Evsta mark at søkja er fríggjadagin í næstu viku, 11. mars.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044