- Tíðindi, mentan og ítróttur
Feminisma er ikki fyri littar kvinnur
bell hooks skrivaði í 1984, at amerikanskar, hvítar miðalklassakvinnur og amerikanskar, littar undirklassakvinnur ikki berjast sama feminismubardaga. Ímeðan hvítu kvinnurnar bardust fyri at sleppa út á arbeiðsmarknaðin, sóu littu undirklassakvinnurnar hetta sum ein framíhjárætt. bell hooks legði eisini dent á, at feminismubardagin hjá littu kvinnunum ikki bleiv sæddur sum ein feminismubardagi, men heldur sum ein bardagi ímóti rasismu. Sostatt vísti bell hooks á, at hvítar kvinnur og feminismubardagi teirra doyvdu kvinnurørsluna hjá ikki-hvítum kvinnum.
Hetta skrivaði feministurin og høvundurin, bell hooks, í 1984, men spurningurin er, um hetta sama ger seg galdandi í dag: Er feminisma yvirhøvur fyri littar kvinnur?
Feminisma er fyri hvítar kvinnur, rasisma er fyri littar kvinnur
Mamma mín hevur altíð uppalt meg við reyðu sokkunum in mente. Hvørja ferð menn fingu stórar stjórasessir, stóðu á samkomupallum ella blivu valdir inn á ting saman við øðrum monnum, bleiv sett spurnartekn. Eg bleiv sostatt bæði tilvitað og ótilvitað biðin um at finna kvinnuna, sum børn verða biðin um at finna Holgar. Og sostatt hevur feminisma altíð verið ein partur av mínum gerandisdegi: Vit eru kvinnur, teir eru menn, og sjálvt um vit fáa líka nógv í løn og hava somu rættindi, so er samfelagið framvegis merkt av mismunum av tí einføldu orsøk, at maðurin í stóran mun er normurin í samfelagnum. Og tað er tað.
Men í oktober mánað í fjør sá eg eina mynd av fimm littum kvinnum. Lærarin segði: ”Og nú hugsa tit allarhelst, at hetta snýr seg um rasismu”. Og ja, øll 51 í flokkinum á hugvísindadeildini á Amager hildu, at myndin hevði okkurt við rasismu at gera. Men so var ikki. Myndin var fyrst og fremst tikin í samband við kvinnurørsluna.
Hetta sló meg. Hetta fekk meg at hugsa: Eru vit hvítu og ríku kvinnur (og menn) í vesturheiminum veruliga so blindar, at vit ikki geva okkum far um onnur litbrøgd av feminismu?
Eitt er feminisma. Eitt er rasisma. Men ofta eru feminisma og rasisma eitt. Tað er lutfalsliga lætt hjá mær, sum hvít, rík ung kvinna við alskyns samfelagsligum fyrimunum at vera nøgd við feminismuna, sum hon er í dag. Sjálvt um samfelagið er merkt av eini maskulinari favorisering, so fáa kvinnur og menn líka løn og hava somu rættindi, og mann er vorðin munandi meira tilvitaður um potentiellar mismunir millum kynini. Men trupulleikin eftir mínum tykki er, at hetta er ein pyntað og avskeplað mynd av feminismu.
Mugu seta spurnartekn við okkara homogena feminismuspegil
Um vit sóu eina mynd av trimum kvinnum í koyristóli, um vit sóu eina mynd av nøkrum heimleysum kvinnum, og sóu vit eina mynd av nøkrum kvinnum við turriklæði, so høvdu vit ivaleyst ikki fyrst hugsað um feminismu. Og hví? Tí allar hesar kvinnur eru eitt frávik frá okkum ”vanligu” kvinnum. Men hetta eru allar kvinnur, sum liva í okkara samfelag. Tær verða ikki sæddar sum ein partur av kvinnurørsluni, tí vit hugsa, at tær hava onnur viðurskifti at stríðast við. Og eg ivist onga løtu í, at tær hava onnur viðurskifti at stríðast við, men eg haldi, at hetta eru trupulleikar, sum í størri mun áttu at verið partur av kvinnurørsluni.
Litta kvinnan, sum verður vald frá á arbeiðsmarknaðinum, tí hon er litt. Kvinnan í koyristólinum, sum ikki hevur hóskandi arbeiðs- og lívskor. Og muslimska kvinnan, sum bara verður sædd sum kúgað, tí hon gongur við turriklæði, sum hon kanska sjálv hevur valt. Tær eiga eisini at sleppa upp í part.
Eg veit væl, at vit ikki kunnu geva okkum far um allar kvinnur kring allan knøttin. Men sannleikin er tann, at vit liva lið um lið við fleiri kvinnur, sum bæði eru littar, ganga við turriklæði, hava ein annan átrúnað enn vit, sita í koyristóli og eru heimleysar, og tær eiga eisini at verða taldar við í kvinnurørsluni. Tá ið vit berjast fyri javnstøðu, ja, tá eiga hesar kvinnur eisini at sleppa upp í part. Og tá ið vit fegnast um, hvar vit eru komin til í dag, tá eiga vit at steðga á og spyrja okkum sjálvar, um hetta er galdandi fyri allar kvinnur í samfelagnum. Vit mugu hyggja okkum um og ikki blindast av okkara egnu bleiku, homogenu feminismumynd.
Litta kvinnan sum kópakonan
Tað er fínt við kvinnudøgum, og tað er umráðandi, at vit kvinnur enn berja teir bardagar, sum skulu berjast fyri at fáa javnstøðu. Men vit mugu allar sum ein minnast til, at talan er um fleiri ymiskar kvinnur. Ístaðin fyri at ignorera munir og kanska krógva bæði húðarlit, koyristólar og turrikløð, sum bóndadrongurin úr Mikladali krógvaði kópahamin, eiga vit heldur at síggja, virða og geva okkum far um hesar munir og samstundis lata feminismuna fevna um hesar munir. Vit mugu lata feminismuna fevna um allar kvinnur í samfelagnum, soleiðis at feminisma ikki bara verður fyri hvítar, ríkar og frískar kvinnur, men fyri allar kvinnur.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |