Vilja hava rúsevnislógina dagførda

Vilja hava rúsevnislógina dagførda
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at heita á landsstýrið um at gera eina rúsevnatilbúgvingarlóg
 
08.03.2016 - 12:24

Føroyar skulu hava eina nýggja tilbúgving fyri rúsevni. Tað heldur Miðflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið at gera eina rúsevnatilbúgvingarlóg.

Miðflokkurin vil hava, at øll skip, sum hava verið í útlendskari havn og leggja at bryggju í Føroyum ella kasta akker í føroyskum sjógvi, og øll flogfør, sum seta seg í Føroyum, verða kannað við rúsevnishundum og aðrari útgerð.

Tað eigur at verða gjørt fyri at steðga innflutningi av hassji og øðrum ólógligum rúsevnum, heldur flokkurin, sum eisini skjýtur upp at hækka játtanina til rúsevnatilbúgving 1,1 millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442