Fleiri mál hjá Barnahúsinum

Fleiri mál hjá Barnahúsinum
Barnahúsið hevði fleiri mál at viðgera í fjør enn í 2014. Talið vaks úr 29 málum í fyrraárið upp í 35 mál í fjør
Barnahúsið viðgjørdi fleiri mál í fjør enn árið fyri, í 2014. Leiðarin á Barnaverndarstovuni veit ikki, hví talið á málum er vaksið
 
09.03.2016 - 08:54

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, veit ikki, hví fleiri mál eru í ár. Tað er tó ikki óvanligt, at málini gerast fleiri sum frá líður.

- Royndir aðrastaðni vísa, at talið av málum veksur fyrstu árini eftir, at barnahús hava latið upp, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni.

Tvey ár síðan húsið læt upp

Barnahúsið arbeiðir við málum um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum og ungum. Børn, ung og familjur koma í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastunum kring landið.

Barnahúsið læt upp í Havn 1. januar 2014 og er í hølum, sum eru serliga innrættað til endamálið. Málbólkurin er børn og ung upp í 17 ár og familjur teirra.

Í Barnahúsinum fáa børn og ung og avvarðandi sálarfrøðiliga kreppuhjálp og viðgerð. Mett verður um tørvin á læknakanningum, og løgreglan avhoyrir við videoútgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107