Einki sambýli í Svínoy

Einki sambýli í Svínoy
Ætlanin um sambýli í Svínoy verður av ongum, men í staðin skal bygningurin nýtast til onnur endamál
 
11.03.2016 - 15:44

- Svínoyggin er so fjarskotin, at veður og vindur kunnu forða fyri tilbúgving, verður bráðkomin tørvur á læknahjálp.

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ið Svínoy eisini er partur av, sambært Dimmalætting.

Bygningur gjørdur til endamálið

Bygningurin var innilokaður í 2012, men einki er innrættað. Jógvan Skorheim væntar, at tað fer at kosta umleið tvær milliónir krónur aftrat at gera bygningin lidnan.

Hann sigur við Dimmalætting, at ein møguleiki er at nýta bygningin til ferðavinnunuendamál. Ein annar møguleiki er at nýta hann til virksemi á sosiala økinum og til fólk við serligum tørvi.

Ætlanin er at hava fund við Svínoyarnevndina í næstu viku, og so skal ein politisk støða takast, sigur Jógvan Skorheim við Dimmalætting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096