Landsrætturin lækkaði bótina

Landsrætturin lækkaði bótina
Føroya Rættur dømdi trý fólk hjá Sea Shepherd at bøta ávikavist 30.000 og 35.000 krónur. Landsrætturin hevur í morgun lækkað bótina
Landsrætturin lækkaði í morgun bótina hjá trimum Sea Shepherd-fólkum, sum í Føroya rætti vórðu dømd at rinda ávikavist 30.000 og 35.000 krónur, fyri teirra lut í grindadrápinum í Bø í juli í fjør (myndin)
 
17.03.2016 - 11:19

Landsrætturin hevur lækkað bótina hjá trimum fólkum í Sea Shepherd-felagsskapinum fyri teirra lut í grindadrápinum í Bø 23. juli í fjør.

Føroya Rættur dømdi tey at bøta ávikavist 30.000 og 35.000 krónur, men Landsrætturin hevur lækkað bótina niður í 25.000 krónur.

Hinvegin staðfesti Landsrætturin avgerðina hjá Føroya Rætti, um at ein maður hjá Sea Shepherd, sum legði upp í grindadrápið í Bø, skal bøta 25.000 krónur.

SÍ EISINI Hava skotið dómarnar inn fyri Landsrættin

Landsrætturin hevur hækkað bótina hjá einum manni hjá Sea Shepherd, sum ikki vildi gera eftir boðum frá løgregluni, tá hann varð biðin um at flyta seg í sambandi við grindadrápið í Sandagerði í Havn, eisini 23. juli.

Bótin í Føroya Rætti var 5.000 kr., men Landsrætturin hækkaði hana upp í 12.500 kr. Landsrætturin hevur eisini staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um, at Sea Shepherd skal gjalda 75.000 krónur í bót.

Jógvan Páll Lassen var verji hjá Sea Shepherd. Hann staðfestir, at Landsrætturin hevur brúkt tað, sum Vinnunevndin hjá Løgtinginum segði um revsingina fyri at bróta grindalógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896