- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radovan Karadzic tekur við dómi í dag
Radovan Karadzic tekur við dómi í dag
Í dag verður dómur sagdur í málinum um fyrrverandi bosniskt-serbiska leiðaran, Radovan Karadzic

24.03.2016 - 09:41
Tað eru meira enn tvey áratíggju liðin, síðani fólk í tíggjutúsundatali lótu lív í krígnum á Balkan. Í dag kann punktum verða sett fyri størsta fólkdrápi í Evropa eftir seinna heimsbardaga.
70 ára gamli Radovan Karadzic er skuldsettur fyri fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í krígnum í Bosnia--Hersegovina frá 1992 til 1995.
Dómur verður sagdur í dag í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.
Verður Karadzic funnin sekur, kann hann vænta sær lívlangt fongsul.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























