Ósamd um hvussu játtanin skal býtast

Ósamd um hvussu játtanin skal býtast
Stríðið um, hvussu pengar verða býttir millum sersambondini er høvuðsorsøkin til, at ÍSF-forsetin leggur frá sær, skilir Kringvarpið
Kringvarpið skilir, at stríðið um, hvussu pengar verða býttir millum sersambondini undir Ítróttasambandinum, er høvuðsorsøkin til, at hann leggur frá sær
 
13.04.2016 - 12:27

Orsøkin til at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya er fyrst og fremst ósemjan millum sersambondini, hvussu játtanin hjá ÍSF skal býtast.

Sambært heimasíðuni hjá ÍSF, hevur forsetin lagt frá sær av persónligum ávum, men Kringvarpið skilir, at stríðið um, hvussu pengar verða býttir millum sersambondini undir Ítróttasambandinum, er høvuðsorsøkin til, at hann leggur frá sær.

Sum skilst kenna 13 sersambond undir ÍSF seg svikin av ávísum sersambondum, og fráfarni forsetin tímdi, sum skilst, ikki at stýra klandursrakta Ítróttasambandinum longur.

SÍ EISINI Flestu feløgini nøgd við býtislykilin

Katrin Abrahamsen legði eisini frá sær sum nevndarlimur í ÍSF í seinastu viku. Hon sigur, at tað var eina og aleina tí, at hon fór aftur í nevndarsessin í Føroya finleikasambandi.

Nevndin har hevur verið undirmannað í langa tíð. Tað er ikki loyvt at vera í starsvnevndini hjá ÍSF og í nevndini í einum sersambandi i senn.

Tey hava tí boðað frá, at hvørki flogbóltur ella svimjing verða við á Oyggjaleikunum í summar. Tey hava - uttan um Ítróttasambandið - verið á fundi við Mentanarnevndina hjá Løgtinginum um, hvussu játtanin eigur at verða býtt, og tað dámar ikki hinum sersambondunum.

SÍ EISINI ÍSF-forsetin gevst

Ítróttasambandið fær 8 milliónir krónur frá Løgtinginum um árið, umframt 8,5 milliónir í veddingarpengum. Eitt uppskot um at marka 1,2 milliónir til altjóða kappingarluttøku er í løtuni til viðgerðar í politisku skipanini.

Í tíðindaskrivi boða øll sersambondini uttan Svimjingsambandið, Flogbóltssambanið og Hondbóltssambandið frá, at tey vilja hava ÍSF at býta pengarnar, og ikki, at Løgtingið skal gera av, hvussu játtanin til ítrótt verður nýtt.

Eisini harmast tey, at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær. Hann sitið í starvsnevndini í ÍSF í 21 ár, tey seinastu seks árini sum forseti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211525
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375