Magnus Jákupsson gull í Danish Open

Magnus Jákupsson gull í Danish Open
Føroyskir svimjarar hava longu vunnið fyrstu heiðursmerkini í Danish Open. Føroysk met eru eisini sett
 
14.04.2016 - 09:19

Magnus Jákupsson hevur vunnið gull í stóru donsku svimjikappingini, Danish Open.

Hann bleiv nummar eitt í 100 metra ryggsvimjing. Tíðin hjá Magnusi var 55,46 sekund. 

Vár Erlingsdóttur Eidesgaard kom eisini á heiðursmerkjapallin. Hon vann bronsu í 1500 m. frí.

Tíðin hjá Vár var 17.25.28, og tað er nýtt føroyskt met. Hon átti sjálv gamla metið, sum var 17.32.83.

Tað ber til at lesa meira um avrikini hjá føroyskum svimjarum í Danish Open á svimjing.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520