Træta avgjørd: Sáttmálin varð brotin

Træta avgjørd: Sáttmálin varð brotin
Tað var brot á sáttmálan millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið, tá tríggir ergoterapeutar ikki fingu viðbót fyri at arbeiða uttan leiðslu
Lágargarður og Boðanesheimið brutu sáttmálan millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað er niðurstøðan hjá Fasta gerðarættinum, sum hevur avgjørt eina trætu millum partarnar
 
14.04.2016 - 14:15

Lágargarður og Boðanesheimið brutu sáttmálan millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið er dømt at viðurkenna, at tríggir ergoterapeutar hava rætt til einaviðbót.

Fasti gerðarrætturin hevur avgjørt eina trætu millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Ergoterapeutfelagið vann.

Fasti gerðarrættur sigur, at teir tríggir ergoterapeutarnir á Lágargarði og Boðanesheiminum hava rætt til einaviðbót.

Høvdu rætt til 12.000 krónur

Tað er tí sáttmálabrot, at einaviðbótin ikki er latin, meðan ergoterapeutarnir arbeiddu uttan ergoterapeutiska leiðslu.

Sáttmálin sigur, at ergoterapeutur, sum arbeiðir einsamallur og ikki sum leiðandi ergoterapeutur, hevur rætt til árliga viðbót, sum er 12.000 krónur

Hetta hevur staðið í sáttmálanum síðani 1989. Ergoterapeutarnir fáa nú einaviðbótina fyri tíðarskeiðini ávikavist 31. juli í 2009 - tann eini - og 1. november 2012 til 1.mai í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087