- Tíðindi, mentan og ítróttur
LUM: Mannagongdirnar vórðu fylgdar
Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru um Fíggjarmálaráðið. Tað er TAKS og ikki Fíggjarmálaráðið, sum er skattamyndugleiki í Føroyum.
Tískil er tað TAKS, sum viðger og tekur avgerðir í skattamálum. Av tí sama er tað eisini TAKS, sum letur innlit í skjøl viðvíkjandi skattaviðurskiftum í Føroyum.
Kærdi mannagongdina
Í februar søkti Eivind Jacobsen, sum starvast fyri útvarpsrásina R7, Fíggjarmálaráðið um innlit í skjøl frá Fíggjarligum Støðufesti til Fíggjarmálaráðið í sambandi við skattamálið hjá Eik Banka.
Fíggjarmálaráðið læt TAKS skjølini, sum eru patur av viðgerðini hjá stovninum av stóra Eik-skattamálinum.
Tí beindi Fíggjarmálaráðið eisini innlitsumbønina frá Eivindi Jacobsen til TAKS, sum tók avgerð um ikki at lata innlit. Hesa mannagongd kærdi Eivind Jacobsen til Løgtingsins Umboðsmann, tí hann helt Fíggjarmálaráðið rann undan ábyrgd.
SÍ EISINI Bíða við kæru um landsstýriskvinnuna
Men Fíggjarmálaráðið gjørdi ikki annað enn at fylgja røttu mannagongdunum, staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðu síni.
Løgtingsins Umboðsmaður tekur kortini ikki støðu til, um tað var rætt av TAKS at nokta innlit í skjølini frá Fíggjarligum Støðufesti til føroysku skattamyndugleikarnar um Eik og frádráttin í sambandi við, at kollsigldi bankin var endurreistur.
Áðrenn Løgtingsins Umboðsmaður tekur støðu til avgerðina hjá TAKS, má Eivind Jacobsen kæra til bæði kommunalu skattakærunevndina í Havn og Skatta- og avgjaldskærunevndina hjá landsstýrinum.
Landsstýrismálanevndin viðger kæru týsdagin
Umframt at hava kært Fíggjarmálaráðið í sambandi við Eik-skattamálið, hevur Eivind Jacobsen eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina.
Hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti Eik. Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið at gera.
Um so er, heldur hann vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú. Landsstýrismálanevndin skal viðgera kæruna um Kristinu Háfoss á fundi í morgin.