Kommunan brúkar 16 mió. kr. til Kommunuskúlan

Kommunan brúkar 16 mió. kr. til Kommunuskúlan
At umvæla skúlan til lestraríbúðir fer at kosta 53 milliónir krónur
 
20.04.2016 - 07:57

Tórshavnar kommuna skal brúka góðar 16 mió. kr. til at umvæla Kommunuskúlan í Havn, sum Bústaðir leiga til lestraríbúðir. 

Umvælingin kostar 53 mió. kr. uttan meirvirðisgjald. Og parturin hjá kommununi er góðar 16,1 millión við MVG.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta pengarnar. Húsavarðatænastan, sum hevði lægra tilboðið upp á arbeiðið, hevur fingið arbeiðið. 

Sambært rammuavtalu millum kommununa og Bústaðir skal kommunan skeyta Bústøðum Kommunuskúlan, tó ikki lonina við Tróndargøtu, har sum fimleikarhøllin er. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507