- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sølan av spiritusi minkar
Sølan av spiritusi minkar
Handlarnir hjá rúsdrekkasøluni selja alsamt meira veikan løg, tí serliga sølan av spiritusi minkar.

30.04.2016 - 11:33
Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Rúsdrekkasøluni.
Meira verður selt av víni og minni av spiritus. Av øllum vørusløgum vórðu seldir góður 180.000 litrar av reinum alkoholi í 2015. Í 2010 vórðu seldir 189.000 litrar.
Í 2008 vórðu seldir knappir 49.000 litrar av reinum alkoholi í víni. Í 2015 var talið knappar 54.000 litrar.
Í 2008 vórður seldir góðir 88.000 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað niður í knapt 69.000 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























