Kunngerð um vápn til hoyringar

Kunngerð um vápn til hoyringar
Kunngerðin um at fólk skulu hava vápnaprógv, fyri at eiga vápn, er nú send til hoyringar.
 
30.04.2016 - 11:49

Sambært kunngerðini skulu fólk hava vápnaprógv  fyri at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápnum.

Fólk skulu vera 15 og eitt hálvt ár ella eldri fyri at kunna taka vápnatrygdarskeið.

Vápnatrygdarskeiðið skal vera minst 8 tímar og innihalda ein verkligan part, ein ástøðiligan part og roynd í hesum pørtum.

Persónar millum 16 og 18 ár, og sum hava staðið vápnatrygdarskeið, hava loyvi at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793