Halda fram at samráðast

Halda fram at samráðast
Arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini halda í morgun fram við samráðingunum um nýggjar sáttmálar fyri teir, ið fóru úr gildi sunnudagin
Samráðingarnar millum Arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini halda fram í morgun. Sáttmálarnir fóru úr gildi á midnátt leygarkvøldið
 
02.05.2016 - 08:14

Samráðingar vóru frá týsmorgni til fríggjadag í síðstu viku, men komið var ikki á mál. Fríggjakvøldið varð boðað frá, at sáttmálarnir vóru longdir til á midnátt í annaðkvøld.

Partarnir lótu hvørjum øðrum krøvini, sum teir vilja hava við í nýggjan sáttmála, tann 29. mars. Tá byrjaðu samráðingarnar eisini, og nógvir fundir hava verið. Feløgini eru samd um einki at siga um krøvini og samráðingarnar annars.

Tey fimm fakfeløgini í sáttmálasamráðingunum eru Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðskvinnufelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974