Gekk skjótt at selja atgongumerkini

Gekk skjótt at selja atgongumerkini
Tað tók Fótbóltssambandinum bara sjey minuttir at selja tey síðstu 1.000 atgongumerkini til HM-undankappingardystin móti Portugal í oktober
Tað tók Fótbóltssambandinum bara sjey minuttir at selja tey síðstu atgongumerkini til HM-undankappingardystin móti Portugal í oktober mánað. Á myndini tá Føroyar spældu móti Grikkalandi í juni í 2015
 
02.05.2016 - 14:12

Royndi í morgun tú til fánýtis at keypa atgongumerki til HM-undankappingardystin móti Portugal í oktober mánað, so ert tú ikki einsamallur.

Sølan byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin. Tað tók bara sjey minuttir at selja tey síðstu atgongumerkini til dystin, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Tórvsøllur verður fullsettur

Tað merkir, at Tórsvøllur verður fullsettur - 5.000 áskoðarar - tá Potugal og Christiano Ronaldo koma hendavegin í oktober.

Føroyar hava einaferð áður leikt fótbóltsdyst móti Portugal. Tað var í venjingardysti í Aveiro 20. august í 2008. Tá vann Portugal 5-0.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Portugal verður á Tórsvølli mánadagin tann 10. oktober í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804