Gingu seg fastan í Kunoynni

Gingu seg fastan í Kunoynni
Neyðugt varð at senda boð eftir bjargingartyrluni
 
07.05.2016 - 09:15

Bjargingartyrlan fór í gjárkvøldið eftir seks fólkum, sum høvdu gingið seg fastan í Kunoynni.

Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið ringir ein maður á politistøðina og sigur, at tey høvdu gingið seg fastan. Tey vóru komin til ein foss, og sluppu ikki víðari. Tá høvdu tey gingið í 10 tímar, og vóru køld og svong, verður sagt av politistøðini í Havn.. 

Fólkini vóru tá haraldssundsmegin, og sóu niður á bygdina.

Sendu boð eftir tyrluni

Løgreglan í Klaksvík fór norður til Haraldssund, og bjargingarliðið varð eisini boðsent.

Men klokkan 21.30 ringja fólkini aftur og siga tá, at ein maður í ferðaliðum var vorðin illa fyri. Avgjørt varð tí, at senda boð eftir bjaringartyrluni.

Klokkan 22.30 setti tyrlan seg á tyrlupallinum í Klaksvík við teimum seks fólkunum. Eitt av fólkunum fór til kanningar á sjúkrahúsinum í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512