Tey bestu blivu heiðrað

Tey bestu blivu heiðrað
Sofía Purkhús og Birgit Guttesen blivu heiðraðar á endahátíðarhaldi eftir EM/HM undankappingina í flogbólti
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
26.05.2016 - 16:06

Á endahátíðarhaldinum sum var á Hotel Føroyum í gjárskvøldið, vórðu bestu leikararnir í kappingini valdir.

Av teimum sjey heiðurplássunum fekk føroyska liðið trý pláss.

Sofía Purkhús vann plássini sum besti áleypari í kappingini, og besti føroyski leikari. Birgit Guttesen vann heiðurin sum besti diagonalur.

Tað vóru venjararnir hjá øllum liðunum, sum valdu hesar leikarar.

Hesi blivu vald
Besti hevari: Ioanna Leonidou, Kýpros
Besti diagonalur: Birgit Guttesen, Føroyar
Besti miðblokkur: Antri Jordanou, Kýpros
Besti áleypari:  Sofía Purkhús, Føroyar 
Besti libero: Elena Mosfilioti, Kýpros
Besti heimligi leikari: Sofía Purkhús, Føroyar 
Týdningarmesti leikarin: Ioanna Leonidopu, Kýpros

Leikararnir fingur eina standmynd av Kópakonuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533