Nú fellur dómur

Nú fellur dómur
Í dag fellur dómur í einum máli um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á einum sinnissjúkrahúsi í Danmark
 
03.06.2016 - 12:27

Í dag fellur dómur í Hægstarætti í sakarmálinum millum landsstýrið og Heilsumálaráðið og Region Hovedstaden um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark.

Landsstýrið krevur góðar 3,8 mió. kr. aftur umframt rentu frá 7.apríl í fjør at rokna. 7.apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10 milliónir og 250.000 kr. úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystari landsrætti.

Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi. Føroya rættur dømdi hann í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands.

Málið er prinsipielt

Landsstýrið og Heilsumálaráðið halda upp á, at landskassin skal bara rinda fyri viðgerðina eftir at Almanna- og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk at vita um sjómannin á Sct. Hans og eisini fekk at vita, at Region Hovedstaden ikki ætlaði sær at gjalda fyri viðgerðina.

Region Hovedstaden vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti. Men landsstýrið fekk loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum, tí tað er prinsipielt.

Málið er ikki bara um pengarnar, sum viðgerðin kostaði, men eisini um lógir. Føroyingar vilja hava Hægstarætt at staðfesta, at føroyska lóggávan um sjúkrahúsverkið eigur ikki at víkja fyri donskum lógum.

Heilsumálaráðið fekk danska advokatin Ole Spiermann at hava málið í Hægstarætti, tí hann er serfrøðingur í heimastýrisskipanini. Sakarmálið byrjaði beint fyri nýggjár í 2010, tá Region Hovedstaden stevndi landsstýrinum og Heilsumálaráðnum. Bottom of Form 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862