- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ørkin fingið nýggjan formann

Í sambandi við 25 ára haldið fyri Ørkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum. Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður og farin úr stýrinum.
Nýggi formaður hevur sitið í stýrinum síðani 2003 og verið næstformaður síðstu árini.
- At vit framhaldandi hava eitt gott og væl rikið gistingarhús, sum samstundis er eitt kristiligt heim, sigur Jonhard Joensen í sambandi við, at hann tók við sum formaður.
Hotel Ørkin er í góðum standi. Síðsta árið eru fleiri dagførðingar gjørdar, og síðsta ár vaks gistitalið við 12 % og kom upp á 77%.
Stýrið var nøgt við roknskapin, sum gav gott 100.000 føroyskar kónur í yvirskoti.
Klokkan tvey seinnapartin verður hátíðargudstænasta í Háteigiskirkju við Jógvani Fríðrikssyni, bispi


























