Grótið vigaði tungt

Grótið vigaði tungt
Grótið gjørdi munin, tá Eystari landsrættur í dag dømdi í trætuni um lendið, sum varð tikið til flogvøllin, tá hann varð longdur
 
16.06.2016 - 12:34

Endurgjaldið minkaði tríggjar milliónir krónur. Men av tí, at góð seks ár eru síðani málið byrjaði, koma nógvar rentur omaná, tríggjar milliónir krónur, so samanumtikið fáa hagaeigarnir 10,9 mió. kr.

Við rentum fingu teir 12,3 mió. kr. í Føroya rætti. P/f Vága floghavn spardi tríggjar milliónir krónur, tí Vinnumálaráðið royndi sakarmálið móti hagapartinum Ytra Suðurtriðingi í Sørvági, í Landsrættinum.

SÍ EISINI Landsrættardómur fallin í máli um hagapart

Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 mió. kr. hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur.

Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Kravið var 20,6 milliónir krónur.

Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Hagaparturin fekk fult viðhald í Føroya rætti, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin.

Fingu lendið aftur í betri standi

Landsrætturin sigur nú, at endurgjaldið fyri grótið er bara hálv triðja millión. Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar.

Lendið, har grótið varð tikið, fingu eigararnir aftur í betri standi enn tað var. Landsrætturin sigur eins og Føroya rættur, at endurgjaldið er 27 krónur fyri fermeturin.

Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24.mars í 2010, tá hann stevndi. Og rentan er tríggjar milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109