Koyrikortini lagast til ES-viðurskifti

Koyrikortini lagast til ES-viðurskifti
Bussførarar, og onnur, ið koyra stórar bilar, skulu hava eftirútbúgving. Landsstýrið ætlar at broyta kunngerðina
 
21.06.2016 - 16:12

Transport- og Bygningsministeriet í Danmark ætlar at lýsa eina danska kunngerð, sum heimilar donskum myndugleikum, at útskriva eitt koyrikort, at skráseta koyri- og hvílitíðina talgilt til persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum.

Landsstýrið ætlar at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, so hon hóskar til viðurskiftini í ES. Fyri at kunna fáa útgivið eitt slíkt koyrikort, skulu persónarnir, ið búgva í Føroyum hava gjøgnumført eina eftirútbúgving av vinnuførleikum.

Heimild má fáast til vega, at skráseta vinnuførleikarnar í koyrikortinum við eini talkotu, sum váttar, at persónurin lýkur førleikatreytina.

Eftirútbúgvingin verður 35 tímar

Tí er ætlanin at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, har treytir um eftirútbúgving hjá vinnuførarum og førleikaprógv eru innarbeidd við støði í ES-reglugerð.

Talan er um eftirútbúgving til fólk, sum hava koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss, og persónar, sum hava koyrikort til lastbil og stórar, viðfestar vognar.

Eftirútbúgvingin fevnir um 35 tímar í fimm dagar. Uppskotið var á landsstýrisfundi mánadagin, og verður sent til hoyringar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980