Træta um ráðgeving

Træta um ráðgeving
Takið dandar á nýggja bygninginum hjá Tekniska skúla í Klaksvík. Orsøkin er eitt mistak hjá teimum, sum gjørdu verkætlanina, sigur Landsverk
 
22.06.2016 - 15:09

Arkitekter 99 eru høvuðsráðgevi, og tí fer Landsverk, sum er byggiharri, eftir teimum. Talan er um okkurt um hálva aðru millión krónur, sum Landsverk fer at krevja frá høvuðsráðgevanum, Arkitektum 99 í Havn.

Tað sigur Arne Debess Madsen, deildarleiðari hjá Landsverki Men talið er ikki endaligt, tí arbeiðið er ikki liðugt. Arne Debess Madsen sigur, at ein projektfeilur er gjørdur.

Feilin vil Landsverk hava endurgjald fyri. Jóhann Laksafoss hjá Arkitektum 99 sigur, at hagar er einki krav komið frá Landsverki. Og talið, hálv onnur millión, hevur ikki hoyrt.

Tryggingin er varskógvað

Kemur eitt krav, noyðast Arkitektar 99 sum høvuðsráðgevi og undirráðgevararnir at seta seg saman og tosa um kravið og meta, hvat er rímiligt og hvat ikki er, og hvør skal gjalda, sigur Jóhann Laksafoss.

Jóhann Laksafoss sigur, at hann hevur varskógvað tryggingina um, at eitt møguligt endurgjaldskrav er á veg.

Arkitektar 99 hava ikki sjálvir eftirlitið við arbeiðinum í Tekniska skúla, og tað er óheppið, at Landsverk hevur valt tað loysnina, sigur Jóhann Laksafoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804