Allir varðarnir merktir

Allir varðarnir merktir
Sunda kommuna hevur merkt allar varðarnar, so tað verður lættari at leita eftir fólki, koma tey illa fyri í haganum
 
01.07.2016 - 17:17

Varðarnir í Sunda kommunu eru nú merktir við nummari. Í apríl legði kommunan út nakrar gøtur til fólk at ganga eftir. Millum hesar var bygdagøtan frá Saksun til Tjørnuvíkar.

Tøl eru nú sett á allar varðarnar. Hetta er gjørt fyri at gera tað lættari, tá leitast skal eftir fólki, sum eru komin illa fyri av eitt nú mjørka, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Sunda kommuna hevur staðsetingina av øllum varðunum á korti. Koma fólk illa fyri, kunnu tey ringja eftir hjálp og upplýsa nummarið á varðanum, tey standa við, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044