Ítróttarháskúlin í Vági fær góða undirtøku

Ítróttarháskúlin í Vági fær góða undirtøku
Átjan næmingar byrja á skúlanum eftir summarfrítíðina.
Nakrar av nýbygdu smáttunum, har næmingarnir skulu búgva
 
03.07.2016 - 11:25

Eftir summarfrítíðina byrja 18 næmingar á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Freistin at søkja var úti fríggjadagin, og við in.fo sigur Gudmundur Joensen, at talan verður um níggju gentur og níggju dreingir.

Hann fegnast um talið av umsøkjarum, serliga tí lýsingarnar eftir næmingum byrjaðu nakað seint. Tó so hevur áhugin verið stórur - eisini til næsta skúlaár, tí næmingar hava longu melda til at byrja næsta ár eisini.

Búgva í nýbygdum smáttum

Næmingarnir á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy skulu búgva í nýbygdum smáttum miðskeiðs í Vági og sjálvur skúlin verður hýstur ymsastaðni í bygdini. 

Tað fer at kosta teimum 18 næmingunum góðar 12.000 krónur hvør at taka lut í fyrsta skeiðnum, sum byrjar í heyst og varar 15 vikur.

Sjey lærarar eru knýttir at Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980