Fleiri ætla at byggja

Fleiri ætla at byggja
Fleiri húsarhald í Føroyum vænta, at tey fara at byggja í næstu framtíð. Byggivinnan hevur trot á arbeiðsmegi
 
04.07.2016 - 16:28

Samstundis sum byggivinnan hevur úr at gera og hevur tryggjað sær arbeiði í meira enn eitt ár, vænta fleiri húsarhald, at tey fara at byggja í næstu framtíð.

Sambært nýggjastu konjunturkanningini vænta alsamt fleiri húsarhald, at tey keypa ella byggja hús í komandi ári. Hetta hevur verið so nú í tvey-trý ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Byggivinnan meira enn nokk at gera

Samstundis sum fleiri og fleiri ætla sær at byggja, fær byggivinnan longu sum er ikki gjørt alt arbeiðið, sum biðið verður um, tí trot er á arbeiðsmegi. Virksemið í byggivinnuni hevur verið stórt nú í nøkur ár.

Sjálv metir vinnan, at virksemið er í hæddini. Men meira enn onnur hvør byggifyritøka hevur nú í fimm konjunturkanningum á rað svarað, at trot á fólki er størsta avmarkingin hjá vinnuni.

Byggifeløgini hava í miðal tryggjað sær arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina. Tað er tað longsta higartil, sambært nýggjastu konjunkturfrágreiðingini, ið sæst á hagstova.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928