Tvey flogfør sleppa ikki á flog

Tvey flogfør sleppa ikki á flog
Oljulekar á tveimum flogførum hjá Atlantsflogi í morgun hava lagt flogferðsluna at kalla stilla. Annað skuldi til Mallorca og hitt til Bergen
 
10.08.2016 - 10:23

150 fólk, sum skuldu til Bergen og Mallorca sita á flogvøllinum í Vágum og bíða eftir at sleppa avstað í dag. Tá flogfarið skuldi fara til Mallorca klokkan 08 í morgun, vísti tað seg at olja lak úr motorinum. 

Tá flogfarið til Bergen stutt eftir skuldi gerast klárt, vísti tað seg, at hetta flogfarið eisini hevði ein oljuleka.

- Hetta er heilt løgi, vit hava aldrin uppilva tað fyrr, sigur Rasmus Niclassen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.

Mekanikarar arbeiða í løtuni uppá skaðarnir og tað ber ikki til at siga nakað um, nær ferðafólkini sleppa avstað, sigur hann.

Triðja og einasta flogfarið hjá Atlantsflog, sum ikki hevur skaða í løtuni, stendir í Keypmannahavn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011