Aðalstjórastarv: Linkað krøv og áramál

Aðalstjórastarv: Linkað krøv og áramál
Krøvini í endurlýsingini eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eru linkað, og møguleiki er nú fyri, at starvið verður tíðaravmarkað
Aðalstjórin, sum setast skal í Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, verður møguliga settur í tíðaravmarkað starv
 
16.08.2016 - 16:16

Løgmansskrivstovan søkir nú enn einaferð eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Starvið varð lýst leyst fyrr í ár, men av tí, at Poul Michelsen, landsstýrismaður ikki vildi hava umsøkjaran, sum var innstillaður sum nummar eitt, í starv, tí hann metti umsøkjaran vera ógegnigan, gav løgmaður boð um, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.

Tað var John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, og hann valdi tá at fara alment út við málinum, sum hann eisini kærdi til Løgtingsins Umboðsmann.

Hon segði kortini, at hon ikki kundi gera nakað við málið, tá tað fyrisitingarliga ikki var liðugt viðgjørt enn.

Nýggja lýsingin hjá Løgmansskrivstovuni, sum kom út í dag, er eitt sindur øðrvísi enn tann fyrra. Og krøvini eru linkað nakað til tann, ið setast skal.

Í fyrsta lagi er ikki longur neyðugt, at viðkomandi er kandidatur frá hægri lærustovni, nú er nóg mikið, um viðkomandi hevur eina útbúgving "á hædd við" kandidat.

Harafturat var í fyrru lýsingini neyðugt at hava "týðandi leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum" - nú er og mikið bara at hava "leiðsluroyndir".

Í fyrru lýsingini var harafturat kravt, at tann, ið skuldi gera sær vónir um at fáa aðalstjórastarvið, skuldi hava "holla vitan um almenna fyrisiting og fakøkið hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum". Í dag er tað kravið linkað til, at tað er nóg mikið, um viðkomandi hevur  "vitan um almenna fyrisiting", og so er tað nú bara ein "fyrimunur", um viðkomandi hevur vitan og royndir á økinum hjá aðalráðnum, og tann vitanin nýtist ikki at vera "holl".

Ein annar týðandi munur á lýsingunum eru setanarviðurskiftini,.

Latið verður nevniliga upp fyri, at aðalstjórin verður settur í tíðaravmarkað starv. Hetta er nýtt fyri aðalstjórar - og í lýsingini stendur hetta bara sum ein "møguleiki", og um so er, at tann møguleikin verður bruktur, so fær viðkomandi eina eyka viðbót fyri tað.

Lýsingin kann lesast á tinganes.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572