Fíggjarnevndin viðger hitan hjá Glasi mánadagin

Fíggjarnevndin viðger hitan hjá Glasi mánadagin
Fíggjarnevndin hevur sent boð eftir trimum landsstýriskvinnum og vil eisini hoyra Fjarhitafelagið
Fjarhitafelagið bjóðar sær til at geva Glasi fjarhita, og íbindingin skal vera ókeypis.
 
19.08.2016 - 13:26

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur sett av allan seinnapartin mánadagin at viðgera uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um jarðhita til Glasir.

Jarðhitin krevur eina íløgu, sum er 13,4 mió. kr. Og teir pengarnar hevur Rigmor Dam biðið løgtingið um.

Men mikudagin, sama dag, sum fyrsta viðgerð var í løgtinginum, boðaði Fjarhitafelagið frá, at tað hevur boðið Glasi og Landsverki fjarhita, sum ikki kostar eina krónu í íløgum.

Ikki í løgtingið

Hetta fekk løgtingið ikki at vita, tá uppskotið kom úr Mentamálaráðnum.

Bæði Landsverk, sum hevur gjørt eitt tilmæli um jarðhita saman við rektaranum á Glasi, Boga Bech Jensen, og Umhvørvisstovan siga, at jarðhitin er tann grønasta orkuloysnin. 

Fíggjarnevndin fer undir at viðgera málið klokkan eitt mánadagin. 

Tríggjar landsstýriskvinnur

Ikki færri enn tríggjar landsstýriskvinnur hava fingið fundarboð. 

Fíggjarnevndin hevur sent boð eftir Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, SEV, sum eigur Fjarhitafelagið saman við Tórshavnar kommunu, P/f Fjarhitafelagnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, Kára Mortensen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, hann gjørdi uppritið um jarðhitan til Glasir, Demich, sum selur hitapumpur til millum annað jarðhita, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, Landsverki og Boga Bech Jensen, rektara á Glasi.

Bogi Bech Jensen er eisini professari í orkuverkfrøði og formaður í bygginevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297