Krevja skipaði viðurskifti í makrelvinnuni

Krevja skipaði viðurskifti í makrelvinnuni
Útlendsk skip, ið fiska makrel í grønlendskum sjógvi, elva til ótryggleika um arbeiðsviðurskiftini hjá manningini. Tey eru eisini kappingaravlagandi
 
22.08.2016 - 09:36

Tað sigur løntakarafelagsskapurin, SIK, sum finst at landsstýrinum fyri handfaringina av makrelfiskiskapinum, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Makrelkvotan í grønlendskum sjógvi er 85.000 tons, og av hesum kunnu útlendsk skip, sum verða leigað, fiska 50.000 tons.

Óvissa er um viðurskiftini hjá manningini á útlendsku skipunum, sigur formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, sambært blaðnum Sermitsiaq.

Ikki orku at kanna viðurskifti nærri

- Vit kenna ikki lønar- og setanarviðurskiftini hjá manningini á hesum skipum, og tað fær okkum at stúra, sigur hann við blaðið Sermitsiaq.

Formaðurin í SIK heldur eisini, at útlendsku skipini kunnu vera kappingaravlagandi, tí summi reiðarí noyðast at gera milliónaíløgur í skip, meðan onnur bara kunnu leiga ein rustaðan russiskan trolara, sum hann tekur til.

- Vit hava ikki orku at kanna lønar- og setanarviðurskiftini á útlendskum makrelskipum, men vit heita á landsstýrið um at lata teimum reiðaríum, sum hava skipað viðurskifti, sleppa at fiska makrelkvotuna, sigur Jess G. Berthelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263